Løgmaður: - Jørgen verður sitandi

Løgmaður: - Jørgen verður sitandi
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, leggur ikki frá sær, og løgmaður fer ikki at loysa Jørgen Niclasen úr starvi, skrivar ting.fo
Løgmaður fer ikki at loysa Jørgen Niclasen, landsstýrismann við fíggjarmálum, úr starvi, sigur løgmaður við ting.fo í dag
 
10.06.2014 - 15:53

- Tá ið landsstýrismaðurin hevur tikið eitt so stórt stig sum at stevna fyri ærumeiðing, so haldi eg út frá einari rættvísiskenslu, at sakin má sleppa at koyra og at vit mugu hava arbeiðsfrið, meðan hetta stendur uppá, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Løgmaður heitti annars á landsstýrismannin við fíggjarmálum um at leggja frá sær, men eftir at Jørgen Niclasen hevur lagt sak móti Kringvarpinum og Portalinum um ærumeiðing, hevur løgmaður tikið tað til eftirtektar.

- Allar áheitanir um, at eg skal gera okkurt, kann eg ikki brúka til nakað. Tað, sum tað snýr seg um hjá mær sum løgmanni og formanni í Sambandsflokkinum, er at arbeiða, so vit røkka okkara politisku málum, sigur løgmaður við ting.fo í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981