Tollmálið: Fleiri spurningar framvegis ósvaraðir

Tollmálið: Fleiri spurningar framvegis ósvaraðir
Jørgen Niclasen hevur framvegis ikki svarað fleiri avgerandi spurningum í Tollmálinum, hóast hann kom við skrivligari frágreiðing í gjárkvøldið
 
28.05.2014 - 12:05

- Hví fóru ótollaðar vørur framvegis av goymsluni hjá N. Niclasen, eftir at stjórin í felagnum Jørgen Niclasen í september 1992 varð gjørdur varugur við, at tollkrediturin var strikaður?

- Hví segði Jørgen Niclasen ósatt á tíðindafundinum í Miðlahúsinum 15. januar, tá hann legði dýran fyri, at eingin vøra fór ótollað av goymsluni eftir fundin við myndugleikarnar í september 1992?

- Og hví er tað ikki fyrr enn nú - 4 mánaðir eftir at bæði portalurin og Dagur og Vika gjørdu vart við, at hann segði ósatt á tíðindafundinum - at Jørgen Niclasen svarar?

Hesir tríggir spurningar standa enn ósvaraðir, hóast Jørgen Niclasen í gjárkvøldið sendi út skrivligt aftursvar til orrustuna, ið er íkomin eftir, at sjónvarpið vísti sendingina Tollmálið mánakvøldið.

Visti um strikaða tollkredittin

Í aftursvarinum viðurkennir Jørgen Niclasen, at skjøl frá 1993 vísa, at felagið hevur fingið góðsfráboðanir uppá skyldugan toll, og at tollvaldið á eftirlitsvitjanum hevur staðfest, at vørur vórðu útflýggjaðar, sum ikki vóru tollavgreiddar. 

Men allir hesar vørur vóru goldnar stutt eftir, at rykkjaraskrivini vórðu send, skrivar Jørgen Niclasen.

Men hví vørurnar framhaldandi fóru ótollaðar av goymsluni eftir 1992, hetta eftir, at Jørgen varð gjørdur varugur við, at tollkreditturin var uppsagdur , stendur einki um í skrivinum.

Rykkjarar tiknir úr

Víðari skrivar Jørgen Niclasen, at tað er rætt, at rykkjarskriv ikki vóru tikin við í bunkan av útvaldu innlitunum, sum vórðu handað á tíðindafundinum í Miðlahúsinum, og hetta harmast hann um.

Hví advokaturin, Christian Andreasen ikki tók tey við, og hví Jørgen Niclasen í fleiri førum segði, at eingin ótollað vøra fór av goymsluni eftir 1992, tað veruleikin var ein annar, fáa vit heldur einki svar uppá í aftursvarinum.

Tað var júst hesa frágreiðing, ið sambandstingmaðurin Helgi Abrahamsen segði seg sakna í gjár.

Hótti heldur enn at umbera

Hví Jørgen Niclasen ikki hevur harmast ella rættað mistakið fyrr - tá ið fjølmiðlar tvær vikur eftir gjørdu honum vart við hetta - men tvørtur ímóti rann undan og lat advokatin hótta kringvarpsleiðsluni fongsulsrevsing fyri ærumeiðing, er eisini nakað, sum enn hongur ósvarað í luftini.

Fyrrapartin hevur ikki eydnast okkum at gera samrøðu við Jørgen Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981