- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongan hevur ein trupulleika
Samgongan hevur ein trupulleika
Tað segði Jákup Mikkelsen, eftir at tríggir samgongumenn atkvøddu fyri misálitinum á Jørgeni Niclasen
28.05.2014 - 18:29
Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum atkvøddu fyri misálitisuppskotinum saman við allari andstøðuni. Tað førdi við sær, at úrslitið var 16 atkvøður fyri og 17 atkvøður ímóti. Harvið var Jørgen Niclasen bjargaður á málstrikuni, tí hann var bara eina atkvøðu frá at verða feldur.
Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi segði Beinu Løwe, at samgongan hevur ein álvarsaman trupulleika eftir at teir tríggir samgongumenninir ikki hava álit á Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni. Men hann fekst ikki at siga, at um samgongusamstarvið er hótt ella heldur fram.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV