FAKTA: Hvat er eitt misálit?

FAKTA: Hvat er eitt misálit?
Hevur løgtingið ikki álit á løgmanni ella landsstýrisfólki, ber til at reisa misálit. Les her, hvussu misálit kann reisast
 
28.05.2014 - 14:11
Í einum fólkaræðið, liggur alt vald hjá fólkinum. Fólkið - allir veljarar - velja løgtingið at umboða seg og stýra landinum  Sostatt liggur alt vald hjá løgtinginum, sum ger lógir, ið samfelagið verður skipað eftir.
Løgtingið velur so landsstýrið, at vera útinnandi vald og at fremja tingsins vilja.
Í landsstýrinum sita løgmaður og landsstýrisfólk, men hesi eru undir løgtinginum, og tí er týdningarmikið, at løgtingið hevur álit á løgmanni og landsstýrisfólkum.
 
Nær verður misálit reist? 
Hevur løgtingið ikki álit á løgmanni ella landsstýrisfólki, ber til at reisa misálit. Hetta skal gerast skrivliga. Fyri at misálit skal verða samtykt, skal meira enn helvtin av teimum 33 limunum í løgtinginum atkvøða fyri.
 
Hetta sigur Tingskipanin um misálit
§ 47. Uppskot um misálitisváttan á løgmann ella landsstýrismann sbrt. stýrisskipanarlógini § 29, stk. 2, og § 30 skal verða lagt fram skrivliga á løgtingsfundi.
Stk. 2. Skráin fyri løgtingsfundin verður tá alt fyri eitt broytt soleiðis, at hetta mál verður sett á skránna at vera næsta mál á sama fundi, og verður, tá umrøðan endar, farið beinleiðis til endaliga atkvøðugreiðslu í málinum. § 61, stk. 4, er ikki galdandi í hesum førum.
 
Hetta sigur Stýrisskipanarlógin.
Stk. 2. Løgmaður kann eisini í øðrum førum loysa úr embæti landsstýrismann og skal loysa landsstýrismann úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrismanni.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035