- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær føroyskar lógir í fólkatinginum í dag
Tvær føroyskar lógir í fólkatinginum í dag
Seinnapartin í dag fer fólkatingið at samtykkja tvær lógarbroytingar, sum skulu vera galdandi í Føroyum
27.05.2014 - 10:14
Onnur er avlurtingarlógin, sum skal lætta um hjá løgregluni at kanna fólk, sum eru undir illgruna. Talan er um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar.
Hin lógin er útlendingalógin, sum skal broytast, so tað verður høgligari hjá føroyskum byggifyritøkum at fáa handverkarar úr ES til Føroya at arbeiða.
Tá lógarbroytingin er komin í gildi, ber til at fáa faklærda arbeiðsmegi úr ES, so leingi arbeiðsloysið í Føroyum ikki fer upp um seks prosent. Í galdandi lóg er markið hálvt fjórða prosent.
Karen Hækkerup, løgmálaráðharri, eigur bæði uppskotini. Løgtingið hevur longu samtykt báðar lógarbroytingarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV