- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valdsskifti er ávegis í ES
Valdsskifti er ávegis í ES
Veljarar streyma til flokkar, sum er ímóti evropeiska samveldinum. Hetta benda veljarakanningarnar greitt á.
17.05.2014 - 09:50
Í Bretlandi, har tey tosa um at hava eina fólkaatkvøðu um limaskapin í ES, verður UKIP størsti flokkur, og í Fraklandi er undirtøkan góð fyri franska tjóðskaparflokkinum Marine Le Pen og Front Nationale.
Tað sama er galdandi í Finnlandi, Grikkalandi, Eysturríki, Bulgaria og Danmark, har Dansk Folkeparti fær størstu undirtøkuna. Eisini í Týsklandi, sum vanligar talar fyri ES-samstarvinum, stendur flokkurin Annar Møguleiki fyri Týskland til stóra framgongd.
Ein stór grund til, at veljarar venda ES bakið, er búskaparskrædlið, sum kom í 2008, men eisini vaksandi talið av tilflytarum hevur sína ávirkan. Hetta sigur Kate Sanderson, føroysk sendikvinna í Brússel.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV