Vinnunevndin umrøða Eik og Skrásetingina

Vinnunevndin umrøða Eik og Skrásetingina
Formaðurin væntar at skriva álit í dag
 
15.05.2014 - 08:42

Fyrrapartin fer Vinnunevndin hjá løgtinginum at viðgera uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, um at seta trý tingfólk at kanna Eik Grunnin og Skráseting Føroya, sum síðani 2008 hevur havt eftirlitið við vinnurekandi grunnum í Føroyum.

Tjóðveldi vil eisini hava lutin hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, og landsstýrinum kannaðan.

Tá uppskotið hevði fyrstu viðgerð fríggjadagin, ætlaði samgongan at víkja frá tíðarfreistunum og samtykja uppskotið um grein 19 nevndina longu á tingfundinum fríggjadagin. Men seks tingfólk kravdu at fáa málið í Vinnunevndina til viðgerðar har.

Landsstýrið royndi at fáa fleiri pengar til kanningina hjá Skrásetingini, men meirilutin í løgtinginum segði nei.

Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, væntar, at nevndin fer at skriva álit um uppskotið hjá Johan Dahl um grein 19 nevnd í dag.

Vinnunevndin hevur biðið tveir advokatar, sum frammanundan hava kannað Eik Grunnin, koma á fundin í dag. Teir eru Eyðfinnur Jacobsen og Christian Andreassen.

Harafturat er Bjørn á Heygum, advokatur, biðin um at siga frá muninum millum eina grein 19 kanning, sum nú skal gerast, og kanningina, sum Skrásetingin bað Eyðfinn Jacobsen gera.

Tann kanningin bleiv ikki liðug, tí løgtingið vildi ikki lata fleiri pengar. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Johan Dahl hava eisini fingið fundarboð frá Vinnunevndini.

Í uppskotinum til samtyktar hjá Johan Dahl stendur einki um, hvussu nógv ein slík grein 19 kanning kostar, ella, hvussu hon skal fíggjast.

Tað áliggur ikki Vinnumálaráðnum at meta um tað, verður sagt í Vinnumálaráðnum. Tann spurningin eigur løgtingið.

Ein slík nevnd, sum nú er ætlanin at seta, eitur grein 19 nevnd eftir grein 19 í stýriskipanarlógini. Sambært henni kann "løgtingið skipa nevndir av tingmonnum at kanna alment umvarðandi mál.

Nevndirnar hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins væl og frá almennum embætismonnum.”

Vinnunevndin hevur eitt annað uppskot at avgreiða í hesari tingsetuni. Hon fekk uppskotið um havrannsóknarskip aftur fríggjadagin.

Tað uppskotið fer nevndin at viðgera í næstu viku, sigur formaðurin, Alfred Olsen.

Løgtingsfundur verður síðst í mánaðinum, sum skilst 27.mai.

Á tí fundinum fær Vinnunevndin so væntandi eitt mál afturat.

Lógin um gjøldini á makreli og norðhavssild skal eisini broytast, tí ætlanin er at hækka veiðigjøldini í lógini fyri 2014, sum varð samtykt í fjør.

Hækkingin er til ummælis í Fiskivinnuráðnum, sum hevur fund 20.mai.

Uppskotið er at hækka veiðigjaldið fyri makrel 25 oyru, úr 75 oyrum upp í eina krónu, og veiðigjaldið fyri norðhavssild skal hækka úr 35 oyrum upp í 50 oyru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981