- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talgilda mikrofilmar av føroyskum bløðum
Søvn Landsins og Statsbiblioteket í Århus hava skrivað undir sáttmála um talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum, sum eru á goymslu á Landsbókasavninum.
Endamálið at talgilda mikrofilmarnar er fyrst og fremst at varðveita teir betur fyri eftirtíðina.
Við at talgilda mikrofilmarnar verður tað nú gjørligt at lesa talgildu bløðini á teldu, og møguleiki verður eisini at leita í prentaða tilfarinum.
Hent amboð
Bløðini verða nógv brúkt í arbeiðnum hjá teimum, sum skriva greinir og bøkur um eitt nú skip, bygdasøgu og ítrótt.
Í bløðunum eru nógvir upplýsingar um fólk, tíðindi og greinir um samfelag og politkk umframt alt kjakið í lesarabrøvunum. Og gomlu lýsingarnar siga eisini nakað um tíðina, ið var.
18 bløð verða talgild í hesi verkætlanini. Hetta eru bløð, sum eru úkomin frá 1877 til 1999, teirra millum øll tey stóru bløðini so sum Dimmalætting, Sosialurin, Dagblaðið, 14. September, Norðlýsið, Oyggjatíðindi og Tingakrossur.
Slitnir mikrofilmar
Talgildingin kemur í tøkum tíma, tí gomlu mikrofilmarnir eru slitnir, og lesitólini eru gomul og krevja ábøtur. Talgildingin fer fram longu í vár, og síðani skal tilfarið gerast teldutøkt.
Talgildu bløðini verða atkomulig hjá almenninginum í ár. Kostnaðurin fyri alla verkætlanina at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum fer at vera umleið 800.000 kr.
Landsbókasavnið hevur frammanundan talgilt fleiri av eldru føroysku bløðunum. Hetta er gjørt í verkætlanini tíðarrit.fo. Higartil eru 23 bløð talgild í hesi verkætlanini.
Her er leinki til tidarrit.fo
23 bløð eru higartil talgild í hesi verkætlanini, og hesi eru:
Arbeiðið (1934)
Búnaðarbløð (1903-1904)
Búreisingur (1902)
Dúgvan (1894-1925 og 1941-1942)
Fjarðbúgvin (1970-1975)
Fríu Føroyar (1942-1948)
Fróðskaparrit (1952-2010)
Fuglaframi (1898-1902)
Færingetidende (1852)
Færøernes Kundgørelsessamling/Føroya Kunngerðasavn (1940-1947 og 1948-2002)
Færøsk Kirketidende/Kirkjutíðindi (1890-1906)
Færøsk lovregister/Lovregister for Færøerne (1965-2011)
Føringatíðindi (1890-1906)
Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne (1908-1918)
Norðlýsi (1915-1920)
Oyggjarnar (1905-1908)
Ólavsøku-teiti (1892-1943)
Tíðindablaðið (1974-1975)
Tímin (1943-1946)
Ungu Føroyar (1907-1915)