- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið felags heimasíðu
Føroya Landsstýri skal hava felags heimasíðu. Leiðslurnar í stjórnarráðunum hava avgjørt, at ráðini skulu hava eina miðsavnaða heimasíðuloysn.
Felagssíðan skal, eins og verandi heimasíður hjá stjórnarráðunum, kunna um virksemi og arbeiðsøki hjá landsstýrinum og landsfyrisitingini.
Málið er, at landsstýrið við nýggju heimasíðuni fær felags pall og andlit úteftir.
Heimasíðan skal skipast sum felags karmur við einsháttaðum bygnaði og sniði, við felags framsíðu fyri alt landsstýrið og við høvuðssíðum til ymisu stjórnarráðini.
Stjórnarráðini varðveita tó økisnøvnini, sum tey hava í dag.
Arbeiðið at gera nýggju heimasíðuna varð boðið út á keypsportalinum, og lýsingarstovan, Sansir, vil gera arbeiðið fyri 72.300 krónur.