Einki fólkaskúlaráð

Einki fólkaskúlaráð
Ráðið má veljast sum skjótast sigur formaðurin í Lærarafelagnum
 
13.05.2014 - 08:36

Einki fólkaskúlaráð er í landinum í løtuni. Skeiðið hjá fólkaskúlaráðnum, sum hevur sitið seinastu trý árini, var runnið 1. februar, og nýtt ráð er ikki valt enn. Tað skrivar heimasíðan hjá Lærarafelagnum.

Sambært Lærarafelagnum, hevur landsstýrismaðurin sagt, at nýtt fólkaskúlaráð verður sett í vár. Hetta er tó ikki hent enn, og tað metir Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, vera sera óheppið.

Í grein 58 í fólkaskúlalógini stendur, at fólkaskúlaráðið vegleiðir og ráðgevur landstýrismanninum í málum og viðurskiftum, sum hava við fólkaskúlan at gera.

Fólkaskúlaráðið eigur at hava fingurin á pulsinum og seta út í kortið tað, ið fólkaskúlin eigur at arbeiða við og raðfesta.

Formaðurin í Lærarafelagnum fýlist eisini á arbeiðsumstøðurnar hjá fólkaskúlaráðnum.

- Fáar kanningar og sera lítil gransking er innan fólkaskúlaøkið, tí er grundarlagið, hjá fólkaskúlanum at arbeiða á, sera veikt.

Fólkaskúlaráðið má, í nógv størri mun, hava heimild at innkalla serfrøði í ráðið.

Serfrøði, sum kann vegleiða ella luttaka í arbeiðinum við málum, sum ráðið skal taka støðu til, sigur Herálvur Jacobsen, sum mælir til, at fólkaskúlaráðið verður sett alt fyri eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519