- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis verður parkerað í miðbýnum í Havn
<p>Skalt tú seta bilin frá tær í miðbýnum í Havn gerandisdagar, kann tað stundum vera ein avbjóðing, har langt kann vera millum parkeringsplássini.</p>
<p>At bilførar parkera bilar inni í garðinum hjá fólki, heldur enn at finna eitt avmerkt parkeringspláss, er tó ikki gerandiskostur. Ella, tað hevur tað í øllum førum ikki verið higartil.</p>
<p>Myndin, ið hevur verið at sæð á Facebook síðan á middegi í dag, sigur kortini einki um, hvørt tað er sami eigari, ið eigur bilin og húsini, har bilurin nú stendur parkeraður heldur øðrvísi enn vanligt.</p>
<p>Søgan sigur heldur einki um, hvussu bilurin er komin inn í garðin á húsunum í miðbýnum - um bilurin hevur koppað garðin og er koyrdur inn á grasplenuna ella um bilurin er lyftur við kranabili.</p>