- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiriluti fyri at samkynd kunnu giftast
<p>Tað er høvuðsniðurstøðan og úrslitið av kanning, ið felagið Lóður hevur gjørt fyri Sosialin, og sum verður kunngjørd í dagsins blaði hjá Miðlahúsinum.</p>
<p>28 prosent siga seg vera beinleiðis ímóti og 10 prosent av teimum spurdu søgdu seg ikki vita, um tey vóru fyri ella ímóti, at samkynd fáa somu rættindi sum onnur at gifta seg borgarligt, tað vil siga á ráðhúsum ella á sýsluskrivstovum og ikki í kirkjum.</p>
<p>Sambært kanningini er ein meiriluti fyri í øllum aldursbólkum, og ikki einans millum ung. Eisini millum tey 60 til 75 ára gomlu, eru 52 prosent av teimum spurdu fyri, at menn og menn og kvinnur og kvinnur fáa møguleika at gifta seg borgarligt, hvør við øðrum.</p>