ES-borgarar sleppa á føroyska arbeiðsmarknaðin

ES-borgarar sleppa á føroyska arbeiðsmarknaðin
Markið fyri arbeiðsloysi verður upp í seks prosent, tá talan er um faklærda arbeiðsmegi í byggivinnuni, fyri at fáa handverkarar til Føroya
 
09.05.2014 - 08:59

Dagurin nærkast, tá føroyska byggivinnan kann fara til ES eftir handverkarum. Løgtingið fer í dag at samtykkja at hækka markið fyri arbeiðsloysi, sum forðar fyri, at ES-borgarar sleppa lættari á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Fyri nøkrum árum síðani varð útlendingalógin broytt soleiðis, at tá arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent, fóru serligu rættindini hjá ES-borgarum at fáa arbeiði í Føroyum úr gildi.

Arbeiðsloysið fór upp um hálvt fjórða prosent á heysti í 2009, og tað hevur verið oman fyri tað markið síðani. Í løtuni er tað 4,3 prosent.

Triðjalandsborgarar

ES-borgarar hava síðani tá verið roknaðir sum triðjalandsborgarar, sum vilja arbeiða í Føroyum.

Nú vil landsstýrið hava markið upp í seks prosent, tá talan er um faklærda arbeiðsmegi í byggivinnuni, fyri at fáa handverkarar til Føroya. Og hesum tekur meirilutin í løgtinginum undir við.

Uppskotna lógarbroytingin er bara galdandi fyri faklærda arbeiðsmegi, tað eru handverkarar, í byggivinnuni. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin halda tað vera í so nógv at fara heilt upp í seks prosent. Teirra uppskot er fýra prosent.

Brúk fyri 150-200 handverkarum

Vinnuhúsið metir, at nú so nógv bygging er í Føroyum, er brúk fyri 150 til 200 handverkarum afturat. Fólkatingið skal eisini góðkenna lógarbroytingina, tí útlendingamál eru ikki yvirtikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035