Veiðigjaldið fyri makrel og sild hækkar

Veiðigjaldið fyri makrel og sild hækkar
Eitt upprit verður sent sent Fiskivinnuráðnum fyrsta dagin
 
08.05.2014 - 11:22

20.mai fer Fiskivinnuráðið at viðgera uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um at hækka veiðigjaldið fyri makrel og norðhavssild.

Ráðið hevur ikki fingið málið enn, men Jóanna Djurhuus, forkvinna, sigur, at hon hevur fingið at vita, at uppskotið er á veg. Og tað er sett á skránna fyri fundin hjá Fiskivinnuráðnum tann 20.mai.

Uppskotið, sum Fiskimálaráðið hevur fingið frá makrelbólkinum sonevnda, er at hækka veiðigjaldið fyri makrel 25 oyru, úr 75 oyrum upp í eina krónu, og úr 35 oyrum upp í 50 oyru fyri norðhavssildina. 

Avreiðingargjaldið verður óbroytt, tvær krónur fyri kilo, tá landað verður uttanlands ella til móttøkuskip. Hjá heimaflotanum er avreiðingargjaldið tó eina krónu fyri kilo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035