Løgtingið skal kanna Eik grunnin og Skrásetingina

Løgtingið skal kanna Eik grunnin og Skrásetingina
Johan Dahl, landsstýrismaður, mælir til eina grein 19 kanning av Eik grunninum og eftirlitinum hjá Skrásetingini
 
08.05.2014 - 19:29

Fyrning, rættartrygd, rættarmálsføri og aðrar løgfrøðiligar umstøður í málinum um Eik- grunnin og grunnaeftirlitið hjá Skráseting Føroya bera í sær, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, mælir til, at Løgtingið letur eina § 19-nevnd við trimum tinglimum standa fyri at kanna alment umvarðandi viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik-grunninum, og eftirlitinum við grunninum, í tíðarskeiðinum 2002-2010. Uttan fyri arbeiðssetningin er at kanna agamáls- ella revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í tíðindaskrivi fyri løtu síðani. Tíðindaskrivið er soljóðandi:

Løgfrøðiliga ráðgevingin í landsstýrinum hevur gjørt meting av, um og hvussu málið um Eik-grunnin og málið um eftirlitið við hesum grunni kunnu kannast. Í stuttum er meting teirra m.a., at tað er ikki møguligt at halda fram við at kanna Eik-grunnin eftir verandi leisti, tvs. eftir § 59 í lógini um vinnurekandi grunnar.

Málið er fyrnað

Høvuðsorsøkirnar fyri hesum eru:

- Málið um Eik-grunnin er fyrnað

- Rættartrygdin hjá skuldsettum kemur í vanda

- Landið hevur ikki longur rættarmálsføri í málinum um Eik-grunnin

Tá ið tað snýr seg um at kanna grunnaeftirlitið, sum liggur hjá Skráseting Føroya, er løgfrøðiliga metingin, at heldur ikki í tí førinum ber til at kanna eftir § 59 í grunnalógini, tí hon heimilar einans kanningum av vinnurekandi grunnum, umsitingum teirra og kanning av roknskapum.

Grein 19-nevnd

Niðurstøðan hjá løgfrøðiligu ráðgevunum er, at ein kanning sambært § 19 í stýrisskipanarlógini kann vera rætta amboðið at kanna bæði Eik-grunnin og grunnaeftirlitið við. Verður hesin møguleiki brúktur, er tað ein nevnd við tinglimum, evt. við umboðum úr øllum flokkum á Tingi, ið stendur fyri fyri at kanna málini.

Nevndin setur sjálv fólk at vera sær til hjálpar í kanningararbeiðinum og skrivar síðani eina frágreiðing um málið.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, fylgir løgfrøðiligu ráðgevingini og mælir til, at Løgtingið setur eina § 19-nevnd at kanna málið um Eik-grunnin og/ella málið um eftirlitið hjá Skráseting Føroya við sama grunni. Uttanfyri arbeiðssetningin er at kanna agamáls- ella revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum. Høvuðsmálið við nevndararbeiðinum er at fáa tilvega neyðugar upplýsingar soleiðis at stig kunnu verða tikin til, at vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av Eik-grunsmálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035