- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brandur lovar sigling alt árið
Í gjár atkvøddi tinglimurin og borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, ikki fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at játta pening, so Strandferðslan kann røkja sigling um Skopunarfjørð allar dagar í árinum.
Og tað hevur fingið ilt í fleiri sandoyingar, við skrivligum viðmerkingum á teimum sosialu miðlunum. Hóast Brandur Sandoy atkvøddi ímóti at játta pengar til sigling alt árið, lovar hann kortini nú á Sandoyarportalinum, at hann fer at arbeiða fyri, at siglt verður um fjørðin allar dagar í árinum.
Sandoyartinglimurin sigur, at tá tú situr í samgongu, tekur tú ikki undir við andstøðuuppskotum, uttan einasta endamálið er at vinna samgonguni neisur. Tað gevur sjáldan úrslit í longdini, sigur hann, og tí atkvøddi hann ímóti. Brandur Sandoy leggur afturat, at Páll á Reynatúgvu hevur sitið í samgongu í seks ár, harav tvey ár í landsstýrinum, men kortini ikki megna at loyst málið um at sigla alt árið.
1,8 mill. kr.
Tað var annars Páll á Reynatúgvu, saman við Sirið Stenberg, sum legði uppskotið fram, ið skuldi fáa løgtingið at játta 1,8 milliónir kr., so strandfaraskipini sigla hvønn dag í árinum. Tá atkvøtt varð um uppskotið í gjár, fall tað, tí bert níggju tinglimir vóru fyri og 14 ímóti. Millum teirra, sum atkvøddu ímóti, var Brandur Sandoy. Hin sandoyartinglimurin í samgonguni, Gerhard Lognberg, var ikki við í arkvðugreiðsluni
Kommunurnar í Sandoynni nýttu annars 20.000 kr. um páskirnar, so Froyur kundi sigla ímillum Skopun og Gomlurætt langa fríggjadag og páskadag.