- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið samtykkir í dag at útveita farleiðir
Í dag verður onnur viðgerð av uppskotinum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni. Málið hevur verið í Vinnunevndini, og nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og eina minniluta.
Meirilutin, sum er Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein, tekur undir við at útveita leiðir hjá Strandferðsluni, men hevur eitt broytingaruppskot til lógina, so tað verður nágreinað í lógini, hvørjar farleiðir kunnu útveitast, og at farleiðirnar bert kunnu útveitast, um tær eru til fyrimunar fyri farleiðirnar bæði fíggjarliga og tænastuliga.
Tær farleiðirnar, sum meirilutin í nevndin tekur undir við at útveita, eru farleiðirnar millum Tvøroyri - Tórshavn, Skúvoy - Sand, Skopun - Gamlarætt, Skopun - Hest, Hest - Gamlarætt, Nólsoy - Tórshavn, Klaksvík - Kalsoy, Hvannasund - Fugloy og Hvannasund - Svínoy.
Verður ikki bíligari
Minnilutin í Vinnunenvdini, Kári P. Højgaard, Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen, tekur ikki undir við uppskotinum. Minnilutin vísir á, at lógaruppskotið hvørki lýsir ella ger tað sannlíkt, at ein útveiting verður betri ella bíligari fyri borgaran. Hann heldur ikki tað vera rætt, at eitt landsstýrisfólk ætlar at gera eina so prinsipiella lógarbroyting uttan at hava gjørt eitt fyrireikingarbeiði, sum lýsir fyrimunir og vansar.
Minnilutin og Utoyggjafelagið vísa á, at tænastan á Mykinesleiðini, sum er útveitt, er versnað, og at tað er vorðið munandi dýrari hjá fólki at koma í oynna. Serstakliga ring er flutningstænastan sjóvegis vetrarhálvuna. Útveitingin hevur verið jalig fyri ferðavinnuna, men als ikki fyri tey fastbúgvandi. Minnilutin í nevndini setur tí spurnartekin við, hvørjum sjóvegis leiðin fyrst og fremst skal tæna,
Undirskriftir ímóti útveiting
Útoyggjafelagið handaði síðst í februar undirskriftir, har fólk heittu á Løgtingið um ikki at útveita strandferðsluleiðirnar. Í skrivinum stendur at “Útoyggjarnar hava tørv á, at politiska skipanin bakkar útoyggjarnar upp, stuðlar undir menning og skapar grundarlag fyri bøttum umstøðum og búseting. Hetta uppskot ger tað øvuta - skapar ótryggleika og ótta fyri framtíðini.”
Útvarpið spurdi síðst í apríl Vinnumálaráðið, hvørjar eftirmetingar eru gjørdar av royndunum, sum higartil eru gjørdar við útveiting og privatisering av tænastum innan samferðslu. Til dømis Farmaleiðir, Bygdaleiðir, Mykinesleiðin og tyrluflúgvingin til útoyggjar. Vit vildu vita, hvat eftirmetingarnar hava víst, og um tænasturnar eru vorðnar bíligari at reka. Men í Vinnumálaráðnum hava tey ongar eftirmetingar av útveitingini. Í øllum førum var svarið, at "Vinnumálaráðið hevur onki skrivligt tilfar um eftirmetingar".