Kanna hvussu Eik Grunnurin skal kannast

Kanna hvussu Eik Grunnurin skal kannast
Kemur ein umbøn úr Vinnumálaráðnum um eykajáttan, verður hon løgd fyri tingið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
 
07.05.2014 - 15:52

Vinnumálaráðið viðger nú spurningin, hvussu málið um Eik Grunnin kann kannast til botns.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, gjørdi greitt í tinginum í gjár, at kanningin av Eik Grunninum eigur at halda fram, og at neyðugur peningur má játtast til endamálið.

Johan Dahl, landsstýrismaður, legðist ikki á boðini, men hevur givið umsitingini í Vinnumálaráðnum boð um at gera eitt uppskot um at kanna Eik Grunnin, so tað kann samtykkjast, áðrenn tingið fer til hús fríggjadagin. Johan Dahl sigur seg ikki í løtuni kunna siga, hvussu uppskotið verður orðað, tí umsitingin kannar viðurskiftini, áðrenn uppskotið verður gjørt.

Rættartrygd

M.a. verður kannað, hvør avleiðingin verður, eftir at fútin hevur boðað frá, at málið um Eik grunnin er fyrnað, og tí kann neyvan nakar dragast til svars, um revsiverd viðurskifti koma undan kavi í kanningini. Eisini verður kannað, hvussu rættartrygdin er hjá teimum, sum hava ábyrgdina.

Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur seg vita, at Vinnumálaráðið arbeiðir við einum uppskoti um at kanna Eik Grunnin út í æsir, og kemur ein umbøn um eykajáttan um tað úr Vinnumálaráðnum, verður uppskot lagt fyri løgtingið. Johan Dahl sigur, at hann væntar at fáa niðurstøðuna hjá umsitingini í Vinnumálaráðnum í dag.

Tíðin er knøpp, tí í ovurmorgin fer løgtingið í summarfrí.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981