- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir pengar til trýsttangan
Frá 1.juni ber ikki til at viðgera kavarasjúku í Føroyum. Og frá tí degi sleppa kavararnir hjá Vørn ikki at kava.
Vørn upplýsir, at stjórnin og depilsleiðslan á Landssjúkrahúsinum boðaði frá fyri einari viku síðani, at raðfestingar í játtanarkarminum hjá Landssjúkrahúsinum gera, at eingin viðgerð av sjúklingum í trýsttanga verður eftir 31.mai. Fyri góðum tveimum árum síðani fingu kavararnir hjá Fiskiveiðueftirlitinum forboð fyri at kava í nakrar dagar.
Einasti tangin í landinum
Tá avgjørdi sáttmálaloysi millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið, at eingin lækni var at manna trýsttangan. Men tá fekst ein loysn. Fiskiveiðueftirlitið keypti trýsttangan í 1992. Hetta er einasti trýsttangi í Føroyum. Síðani tá eru knappliga 20 kavarar viðgjørdir í honum. Eingin kavari hjá Fiskiveiðueftirlitinum hevur tó higartil havt brúk fyri viðgerð í tanganum.
Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, sigur, at kavararnir hjá Vørn sleppa ikki at kava, so leingi eingin lækni er til trýsttangan.