- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annika vil hava pengar til vardan bústað
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur biðið Fíggjarnevndina um ráðførslu um pengar til ein vardan bústað.
Talan er um vardan bústað, sum skal innrættast soleiðis, at pláss er fyri serligum hjálpartólum. Eingin slíkur bústaður er í landinum. Í løtuni er stórur tørvur á at útvega tílíkan bústað. Landsverk hevur mett byggikostnaðin at vera 1,4 mió. kr.
Einki sett av
Einki er sett av til júst hesa verkætlan í fíggjarlógini fyri 2014. Men pengarnir eru til í játtanini hjá Almannamálaráðnum, pengar, sum annars ikki verða brúktir í ár. Teir kunnu tó ikki brúkast til serliga varda bústaðin uttan heimild. Og tann spurningin vil Annika Olsen ráðføra seg við Fíggjarnevndina.
Almannamálaráðið vil hava, at løgujáttanin til bústovnar í ár eisini umfatar varda bústaðin, sum hevur skund at byggja.