- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dátueftirlitið upp í málið um landsroyndina
Dátureftirlitið vil hava at vita frá Mentamálaráðnum, um persónsupplýsingar hjá føroyskum fólkaskúlanæmingum, sum eru við í landsroyndunum, verða goymdar á einum servara í Kanada, og um tær verða viðgjørdar sambært føroysku persónsupplýsingarlógini.Dátueftirlitið sendi bræv um hetta til Mentamálaráðið, tá Dátueftirlitið, um fjølmiðlarnar, frætti, at Mentamálaráðið nýtir ein servara í Kanada.
Dátueftirlitið heitir á Mentamálaráðið um at koma við eini frágreiðing um, hvørt persónsupplýsingar hjá fólkaskúlanæmingum verða goymdar í Kanada, og um so er, hvør viðgerðin er av hesum persónsupplýsingum er. Dátueftirlitið vil vita, hvørjar persónsupplýsingar talan er um, hvørjar upplýsingar verða fluttar av landinum, og hvussu hesin flutningur fer fram.
Viðkvæmar upplýsingar
Persónsupplýsingar eru, sambært persónsupplýsingarlógini, einhvør upplýsing og meting, knýtt at einum ávísum likamligum persóni. Lógin fevnir eisini um viðkvæmar upplýsingar, og til tær setur lógin serlig krøv.
Dátueftirlitið vísirr á, at Mentamálaráðið er dátuábyrgdari av persónsupplýsingunum hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum, ið eru við í landsroyndunum. Ráðið hevur tí skyldu til at lúka krøv og ásetingar í føroysku persónsupplýsingarlógini, og Mentamálaráðið hevur sostatt eisini ábyrgdina av, at dátuviðgerar, sum viðgera persónsupplýsingar vegna Mentamálaráðið, lúka krøvini í føroysku persónsupplýsingarlóggávuni.
Svara í morgin
Mentamálaráðið skal svara Dátueftirlitinum í seinasta lagi í morgin. Mentamálaráðið sigur, at tað arbeiðir við svarinum, og fer at svara Dátueftirlitinum í morgin.