Danir umhugsa føroysku fólkatingsumboðanina

Danir umhugsa føroysku fólkatingsumboðanina
Fleiri danskir fólkatingslimir halda, at talið av fólkavaldum í tinginum átti at verðið lækkað munandi. Føroysku sessirnir eru eisini til umrøðu
 
26.04.2014 - 11:23

Fleiri royndir danskir politikarar halda at tíðin er komin til at minka talið av fólkavaldum í fólkatinginum. Fólkatingið hevur 179 limir, harav tveir eru valdir í Grønlandi og tveir í Føroyum. Men fleiri politikarar úr ymiskum flokkum eru samdir um, ut fólkatingið ikki longur hevur so nógv at gera, sum tað hevði fyrr. Fólkatingslimir sita hendur í fagn, tí kommunurnar hava fingið størri ábyrgd og lógarheimild, og ein stórur partur av lóggevandi arbeiðnum er flutt til ES tingið í Brússel. Bertel Haarder, Pia Kjærsgaard og Anders Samuelsen eru millum fortalararnar fyri at lækka talið av fólkavaldum niður í umleið 150 fólkatingslimir.

Kasper Møller Hansen, serfrøðingur í fólkaræði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn sigur við danska blaðið BT, at ein slík uppgerð við fasta talið av fólkavaldum eisini kann seta hol á eitt kjak um føroysku og grønlendsku umboðanina. 

Les donsku greinina her

- Tað kann vera torført at tryggja tvey umboð fyri Føroyar og tvey fyri Grønland, um farið verður undir at minka talið. Føroyar og Grønland eru sum er rættiliga yvirumboðað, sigur Kaser Møller Hansen. Sambært honum er norðuratlantiska umboðanin í fólkatinginum eitt  eymt evni at fara undir. Men tað er eisini eitt torført evni. Tí føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini eru tryggjað í grundlógini, meðan restin av fólkatingslimunum ikki er. Grundlógin staðfestur einans, at tað í mesta lagi skulu vera 179 fólkatingslimir. Tí ber til at lækka talið av fólkatingslimum, uttan at noyðast at broya grundlógina. 

Bertel Haarder, ið er millum royndastu donsku politikararnar, sigur við BT, at hann heldur eina slíka broyting tó vera so ógvusliga, at hon eigur at verða skrivað í grundlógina og send til fólkaatkvøðu. 

Les uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum her

Kári P. Højgaard og Sjálvstýrisflokkurin hava longu lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at heita á landsstýrið um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar. Uppskotið hevur tó ikki fingið serliga stóra undirtøku. Og ein meiriluti í uttanlandsnevndini mælir løgtinginum frá at samtykja tað. Einans Høgni Hoydal og Poul Michelsen taka undir við, at føroyska umboðanin í fólkatinginum verður avtikin.  

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981