- Tíðindi, mentan og ítróttur
0-2 fínt úrslit- men ein avbjóðing at spæla kl 10
Í døgunum 22-24 apríl er ein vinar mini kapping í Føroyum. UEFA skipar fyri kappingini, sum ikki bert er í Føroyum, men í kappingini sum FSF skipar fyri luttaka Føroyar,Skotland og Ísland.
Fyrsti dystur varð spældur í morgun kl 10, tá Føroyar og Ísland spældu.
Ísland vann dystin við tveimum málum í móti ongum.
Málsjúttar:
0-1 Hulda Hrund Arnarsdóttir 34 min
0-2 Esther Ros Arnarsdóttir 50 min
Á pappírinum var mótstøðan góð:
Eg veit at A-landsliðið hjá íslandi er sera gott, so tí vistu vit at mótstøðan fór at vera góð.
Men vit vóru eitt sindur ovfarnar av at vit høvdu bóltin so nógv.
Til tíðir var gott spæl at síggja, segði Katrina Akursmørk liðskipari hjá føroyska landsliðnum.
Hon var nøgd við úrslitið, men segði at tær skuldu fáa meira burturúr møguleikunum framman fyri málið hjá mótstøðuliðnum.
Ein avbjóðing at spæla kl 10:
Eg haldi tað er undarligt at vit skulu spæla so tíðliga. Tað er ein avbjóðing, tí at mannagongdin skal broytast viðvíkjandi mati og svøvni. Vit mugu bara venja okkum við hetta sigur hon við einum smíli.
Eg veit um fleiri áskoðarar sum høvdu komu til dystin um hann var eftir arbeiðstíð.
Men tó stuttligt at síggja at fólk komu úr skúlum og stovnum fyri at síggja dystin, segði Katrina Akursmørk at enda eftir dystin.
Føroyska liðið sum byrjaði:
Lea Reginsdótti (M), Hildur Egilsdóttir, Katrina Akursmørk (L), Milja Simonsen, Kára Jarnskor, Ásla Johannesen, Rúna Jacobsen, Margunn Lindholm, Silja Johannesen, Arnborg Lervig og Jensa Olsen.
Í morgin kl 10 spæla Ísland og Skotland, og hósdagin kl 10 spæla Føroyar og Skotland