- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur brek: Teistin siglir ikki
"Ternan er farin í sigling á Sandoyarleiðini, og røkir “Silja Star” siglingina á Nólsoyarleiðini fyrsta túrin av Havnini kl. 16:20 í dag."
Tað boðar Strandfaraskip landsins í einari kunngerð. Tekniskt brek umborð ás Teistanum er orsøkin til órógvaðu siglingina um Skopunarfjørð.
Teistin siglur ikki orsakað av teknisku trupulleikunum. Silja Star siglir ístaðin av Skopun kl. 14:00 og kl.15:00, og av Gomlurætt kl. 14:30.
Ternan siglir av Gomlurætt túrin kl. 15:45, og siglir eftir ferðaætlanini restina av degnum.
Sambandi við Sandoynna er frammanundan skert um páskirnar.
Týsdagin boðaðu borgarstjórarnir á Sandoynni frá, at teir hava leigað Froy at sigla millum Skopun og Gomlurætt teir báðar halgidagarnar, langa fríggjadag og páskadag, tá Strandferðslan ikki siglir.
Froyur, sum tekur 48 ferðafólk, men ikki bilar, fer at sigla av Gomlurætt kl 10.00 og 19.00, og úr Skopun kl 10.30 og 19.30 báðar dagarnar.
Teistin skuldi eftir ætlan á beding mikudagin. Sum skilst siglir Teistin ikki aftur, áðrenn hann skal á beding