- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV má rinda meir fyri Eiði 2
Tunnilin oman fyri Norðskála og suður móti Selatrað kostar nú SEV 11,5 mió. kr. meira.
Ósemjan millum SEV og Eiði 2 Suður-samtakið hjá MT Højgaard Føroyar og J&K Petersen Contractors er endað við semju.
SEV hevur góðtikið at rinda samtakinum 11,5 milliónir krónur í eykakostnaði. Og gerðarættarmálið er tikið aftur.
Rokningin var tó størri enn tað. Hon var 30 milliónir krónur og rentur fyri átta kilometra langa vatnsavningartunnilin, sum var liðugur í november í fjør.
Arbeiðið kostaði meira enn ætlað, tí kvarts var í syllagrótinum, og tí bleiv arbeiðsgongdin broytt.
Ráðgevararnir hjá SEV mæltu frá at fara í rættin við málinum. SEV metir seg hava gjørt eina skilagóða avtalu.
Nú er staðfest, at Eiði 2 verkætlanin kostaði 190 milliónir krónur. Tað er innan fyri ásetta fíggjarkarmin, upplýsir SEV.