- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri pengar til eldraøkið
Javnaðarflokkurin gjørdi skjótt av, tá tíðindini bórust um støðuna í Hamragarði í Vági.
Flokkurin legði í gjár uppskot fyri løgtingið um at játta tríggjar milliónir krónur afturat til eldraøkið í ár.
Sambært Javnaðarflokkinum er Hamragarður ikki eindømi. Somu tíðindi ganga um onnur røktarheim, sigur flokkurin.
Í uppskotinum um eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2014 sigur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, at trupult er at meta nágreiniliga um fíggjarliga tørvin hjá øllum røktarheimum og sambýlum.
Tí biður hann løgtingið, tá tað fer at viðgera uppskotið, at finna rætta talið og áseta røttu upphæddina, sum Javnaðarflokkurin vil hava tingið at játta eldraøkinum afturat tí, sum longu er í fíggjarlógini.