- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú fæst at vita hvør dálkaði Trongisvágsfjørð

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at kommunan í brævi frá Lindu Helsselberg á fútaskrivstovuni hevur fingið at vita, at svar kann væntast í hesi vikuni. Tvøroyrar kommuna hevur fleiri ferðir rykt eftir svari.

Nú, meira enn hálvt ár er liðið síðan oljulekan 25. september í fjør, veit Tvøroyrar kommuna framvegis ikki, hvør skal hava rokningina fyri uppruddingararbeiðið, sum kommunan í fyrsta umfari rindaði fyri.

Kristin Michelsen skilir ikki, at tað skal hava tikið so langa tíð hjá myndugleikunum at fáa staðfest, hvaðan oljan stavar. Bara tríggir møguleikar eru, tí bara trý skip kunnu hava likið oljuna.

Bótin verður úr 150.000 krónum

Royndir vórðu alt fyri eitt tiknar av oljuni, men rúm tíð gekk áðrenn hesar vórðu sendar av landinum til nærri greiningar, hóast tað tá, í september í fjør, varð sagt, at tað kundi taka upp í seks vikur at greina oljuroyndirnar.

Tað ber enn ikki til at geva nøkrum bót fyri oljudálkingina, ið hevur kostað kommununi fleiri hundrað túsund krónur, tí enn er ikki staðfest, hvør dálkaði Trongisvágsfjørð. Bótin er stór, tí fyri 500 litrar av olju er bótin 150.000 krónur, og hon er 250.000 krónur fyri 1.000 litrar.

Tað ber eisini til at geva skipum bót fyri ikki at boða frá oljudálking. Umhvørvisstovan hevur enn einki frætt frá politinum og veit tí ikki, hvussu verður við málinum um oljulekan á Trongisvágsfirði. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Lindu Hesselberg á fútaskrivstovuni nú fyrrapartin.