- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi hava skipað seg
Lesandi hava skipað seg
Lesandi á Fróðskasparsetri Føroya hava sett á stovn eitt felags næmingaráð, sum hevur fingið navnið Ráð teirra lesandi
08.04.2014 - 09:00
Í desember í fjør høvdu umboð fyri tey lesandi fund við leiðsluna á Fróðskaparsetrinum, og har varð ráðið formliga sett á stovn.
Ráð teirra lesandi fer at taka upp viðurskifti, sum viðkomandi teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum.
Endamálið er at skapa eitt betri lestrarumhvørvi og at skapa karmar fyri tiltøkum av ymsum slag, sum skulu stimbra og menna lestrarumhvørvi.
Í hesum sambandi hevur Ráð teirra lesandi havt fund við leiðsluna og vegleiðaratoymið á Fróðskaparsetrinum, umframt við umboð fyri MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta.
Turid Christophersen, er forkvinna í nýggja ráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV