- Tíðindi, mentan og ítróttur
»Eg hugsi um vandan at fara upp á Mount Everest«

- Um tankin, at eg ikki komi heilskapaður aftur fyllir ov nógv, kundi eg tað sama latið vera við at fara. Eg má fyrireika meg uppá, at eg komi aftur, sigur Arne Vatnhamar við útvarpið.

Í løtuni situr hann heitt og fjálgt umborð á Qatar Airways QR160-flogfarinum við kós móti Kathmandu, har hann væntandi kemur klokkan 11:55 lokala tíð mánamorgunin.

Men, komandi vikurnar verða tó alt annað enn heitar og fjálgar fyri Arna Vatnhamar. Hann ætlar sær at verða fyrsti føroyingur, ið røkkur tindin á heimsins hægsta fjalli, har kuldin kemur niður í 40 kuldastig.

Ætlar at Merki skal veittra á Mount Everest

Samstundis sum 3.000 fólk hava eydnast upp á tindin á heimsins hægsta fjalli, er tað eisini ein sannroynd, at fleiri enn 200 fólk hava latið lív í royndini at koma sær upp á heimsins hægsta fjall. Hetta fær ikki Arna Vatnhamar at setast aftur.

- Eg havi verið og keypt mær eitt lítið Merki, sum eg gleði meg til at kunna veittra við og taka mynd av, tá eg standi á toppinum á Mount Everest, sigur Arne Vatnhamar í samrøðu við útvarpið.

Hósdagin, eftir tríggjar nætur á hotelli í Kathmandu, byrjar sjálv ferðin hjá Arna Vatnhamar upp á Mount Everest. Tú kanst fylgja ferðini hjá Arna Vatnhamar her: Vatnhamar Adventures (letur upp í nýggjum kaga)