Hestur fær ongan tunnil

Hestur fær ongan tunnil
Tað verður ikki hesi næstu árini, at tað verður koyrandi út í Hest
 
05.04.2014 - 09:47

Tað er greitt, nú Rættarnevndin hevur skrivað álit í málinum um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin.

Rættarnevndin hevur havt Útoyggjafelagið á fundi, og borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevur eisini mælt til at knýta Hest upp í verkætlanina. Rættarnevndin hevur kortini ikki tikið áheitanina frá teimum til eftirtektar, men hevur heldur valt at halda seg til politisku avtaluna, sum floksformenninir hava gjørt. 

Tað verður sostatt ikki hesi næstu árini, at tað verður koyrandi út í Hest.

Samgonguumboðini og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Hitt andstøðuumboðið, Kristin Michelsen, tekur støðu í tingsalinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035