Johan Dahl: Telesamskifti ov dýrt í Føroyum

Johan Dahl: Telesamskifti ov dýrt í Føroyum
Telesamskifti kostar ov nógv í Føroyum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann ávarar telefeløgini um at seta prísirnar ov høgt
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, ávarar nú telefeløgini móti at seta prísirnar ov høgt

28.03.2014 - 10:35

Landsstýrismaðurin í vinnumálum ávarar nú telefeløgini móti at seta prísirnar ov høgt. Tí annars verður Fjarskiftiseftirlitið biðið um at lækka prísirnar.

Telesamskifti kostar ov nógv í Føroyum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Seinastu árini hevur verið arbeitt við at lækka prísirnar fyri samskiftistænastur. Men hetta gongur ov seint og meira eigur at vera gjørt fyri at lækka prísirnar.

Johan Dahl hevur svarað einum fyrispurningi frá Kristionnu W. Poulsen, løgtingskvinnu. Trupulleikin er antin í kervinum, har Føroya Tele hevur monopol, ella í tænastunum, sum eru duopol hjá Vodafone og Føroya Tele.

Fjarskiftiseftirlitið væntar lægri prísir

Fjarskiftiseftirlitið fekk fyrst í hesum árinum eitt amboð til at hava eftirlit við kervinum. Ítøkiliga úrslitið er, sigur Johan Dahl, at prísurin á nøkrum kervistænastum er nógv lækkaður eftir avtalu við Føroya Tele.

Fjarskiftiseftirlitið væntar, at prísurin á fleiri kervistænastum fer at lækka. Um kappingin um tænasturnar er virkin, eiga hesar príslækkingar at koma brúkarunum til góðar.

Og so kemur landsstýrismaðurin við einari ávaring til telefeløgini. Tí blíva tænasturnar ikki bíligari, er neyðugt við ítøkiligum inntrivum í tænastupartin.

Nýggj fjarskiftislóg í umbúna

Til hetta verður óivað neyðugt at víðka heimildirnar hjá Fjarskiftiseftirlitinum til beinleiðis at kunna áseta prísin á fjarskiftistænastum.

Um tað kemur til tað, so kann grundleggjandi spurnartekin setast við, um tað framhaldandi er rætt at hava frían marknað á fjarskiftisøkinum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Hann sigur eisini, at landsstýrið ætlar at gera nýggja fjarskiftislóg. Tann lógin skal millum annað forða fyri, at telefeløgini misbrúka marknaðarstøðuna.

Í heyst verður ráðstevna í Føroyum um kapping og stýring í smátjóðum, har marknaðurin er avmarkaður. Ráðstevnan skal viðgera fjarskifti, flogferðslu og orku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035