Visit Faroe Islands sleppur undan fyrisitingarlóg

Visit Faroe Islands sleppur undan fyrisitingarlóg
Kommunufelagið tulkar lógaruppskotið soleiðis, at kunningarstovurnar missa rakstrarstuðulin frá landinum
Tað er óheppið, at fyrisitingarlógin og innlitslógin ikki eru galdandi fyri almenna partafelagið Visit Faroe Islands.
 
27.03.2014 - 08:01

Tað er óheppið, at fyrisitingarlógin og innlitslógin ikki eru galdandi fyri almenna partafelagið Visit Faroe Islands.

Tað sigur Kommunufelagið í sínum hoyringarskrivi til Vinnumálaráðið.

Rættartrygd

Tær báðar lógirnar eru grundarsteinar undir rættartrygd og eftirliti hjá borgarunum við virkseminum, sum er í almenna geiranum.  Serliga góðar grundgevingar skulu til fyri at sleppa almennum virksemi undan lógunum um fyrisiting og innlit. Ikki er víst á í viðmerkingunum til hetta lógaruppskot, at ferðavinnan er vinna, sum ger tað neyðugt at avmarka hesi rættindini hjá borgarunum, stendur í hoyringarskrivinum.

 Sleppa undan fyrisitingarlógini

Bárður Larsen, løgfrøðingur og ráðgevi hjá Kommunufelagnum, hevur skrivað undir hoyringarskrivið saman við Heðini Mortensen, formanni felagsins. Vinnumálaráðið hevur broytt lógaruppskotið, so lógin um alment innlit verður galdandi fyri Visit Faroe Islands. Men nýggja almenna partafelagið sleppur undan fyrisitingarlógini. Kommunufelagið tulkar ikki lógaruppskotið soleiðis, at kunningarstovurnar missa rakstrarstuðulin frá landinum. 

Felagið fegnast um, at stuðulsjáttanin til økisferðavinnuna, kunningarstovurnar, heldur fram óbroytt. Kommunufelagið ger eisini vart við, at hoyringarfreistin, 11 dagar, er alt ov stutt til eina líkinda viðgerð av uppskotinum um almenna partafelagið Visit Faroe Islands. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035