Spyrja um tey eru nøgd við barnaansing í Klaksvík

Spyrja um tey eru nøgd við barnaansing í Klaksvík
Kanningin byrjar í næstu viku, tá starvsfólk fáa spurningar at svara
 
27.03.2014 - 09:12

Klaksvíkar kommuna ger nú eina nøgdsemiskanning av barnaansingarøkinum í kommununi. Æltanin við kanningini er at geva hvørjum einstøkum stovni amboð til at eftirmeta og menna sína tænastu. 

Spurt verður millum annað um tænastur, veitingar og umstøður, og hvørjar tillagingar eiga at verða gjørdar.

Byrjar í næstu viku

Kanningin byrjar í næstu viku, tá starvsfólk fáa spurningar at svara, og eftir páskir fáa foreldur spurningarnar sendandi. Klaksvíkar kommuna miðar eftir, at úrslitið av nøgdsemiskanningini verður greitt í juni. Tað er trivnaðarnevndin í Klaksvíkar kommunu, sum skipar fyri kanningini.

Kommunan gjørdi líknandi kanning í 2010, og ætlinin er javnan at gera slíka kanning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035