- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heðin krevur svar frá Marin Katrinu
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, skal svara Heðini Mortensen, borgarstjóra, skrivliga fyri klokkan 10 í dag, um hon er við í breiðu samgonguni ella ikki.
Býráðsfundur verður í kvøld. Á skránni er umraðfesting av fíggjarætlanini hjá kommununi, sum Marin Katrina Frýdal úr fyrr í vikuni ikki segði seg kunna taka undir við.
Taka borgarstjóran av ræði
Ein dagføring av Sundsvegnum og ein útbygging av netinum hjá fjarhitafelagnum er strikað, og tað hóvaði Marin Katrinu Frýdal illa. Hon mælti øðrum býráðslimum til at taka Heðin Mortensen av ræði á býráðsfundinum í kvøld.
Heðin Mortensen krevur í lesarabrævi at fáa skrivliga at vita fyri býráðsfundin í kvøld, um Marin Katrina Frýdal, - og vit endurgeva úr brævinum: "hevur virðing fyri og framhaldandi ynskir at vera partur av breiða samstarvinum, ella ikki."