100 bátapláss afturat á Argjum

100 bátapláss afturat á Argjum
Arbeiðið kostar fimm milliónir, og leygardagin verður samkoma við bátahylin
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
27.03.2014 - 09:57

100 nýggj bátapláss eru komin í bátahylinum á Argjum, nú 170 metrar av flotbrúgvum eru lagdir har. Samstundis eru 30 færri teymar í bátahylinum.

Arbeiðið, sum kostar fimm milliónir krónur, er liðugt, og leygardagin klokkan 11.00 verður samkoma við bátahylin á Argjum.

Har fer Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum, at halda røðu. Bátar fara at sigla og rógva inn í bátahylin við bátinum Tór á odda, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, klippir snórin millum bátabrúgvarnar.

1. november í fjør vóru 293 bátaeigarar á bíðilistanum til bátapláss í Tórshavnar kommunu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035