Kystmagasinet: Ísland fjalir hagtøl

Kystmagasinet: Ísland fjalir hagtøl
Inntøkurnar fyri makrelin eru so góðar, at íslendska hagstovan hevur avgjørt at fjala tøl fyri íslendska útflutningin av markeli, skrivar magasinið
Íslendingar fáa góðan prís, og hava fingið fótafesti á fleiri marknaðum, skrivar Kystmagasinet
 
22.03.2014 - 16:21

Seinastu fýra árini hevur Ísland forvunnið 4,4 miljardir uppá útflutningin av makreli, sum íslendsk skip hava fiskað. Íslendingar fáa góðan prís, og hava fingið fótafesti á fleiri marknaðum, og tí hava íslendingar, sambært Kystmagasinet, ongan áhuga í at gera eina avtalu við ES og Noreg um makrel. 

Inntøkurnar eru so góðar, at íslendska hagstovan hevur avgjørt at fjala tøl fyri íslendska útflutningin av markeli, skrivar Kystmagasinet.

Tað er tó trupult at samanbera norsk og íslendsk útflutningstøl, tí Noreg útflytir meira rundan frystan makrel, meðan Ísland útflytir avhøvdaðan makrel. 

Stýrd av politiskum áhugamálum

Kystmagasinet hevur roynt at fingið upplýsingar um, hvørji lond Ísland útflytir makrel til, og fyri hvønn prís. Men, skrivar Kystmagasinið:

- Íslendska hagstovan er stýrd av politiskum áhugamálum. Hon hevur góð hagtøl, har tú fært upplýsingar um útflutning til ymsu londini, nøgd, prís og hvat slag.

Men meðan annar fiskur er væl og virðiliga skrásettur undir rættari HS-kotu, er makrelurin fjaldur undir ymsum bólkum, so ikki ber til at finna hann.

Ongar upplýsingar um marknaðir

Granskarar og starvsfólk á íslendsku hagstovuni skúgva tilvitað allan professionellan etikk til viks, og lata politikkin gera av, hvat umheimurin skal hava atgongd til, skrivar Kystmagasinið.

Framleiðslur, sum verða útfluttar í smáum nøgdum, eru ikki lættar at finna í útflutningshagtølum, men at næstan allur útflutningurin av meira enn 100.000 tonsum ikki er at finna í íslendsku hagtølunum fyri útflutning - býtt út á marknaðir, er ikki vanligt, skrivar Kystmagasinet.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049