- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar hava fingið viðhald í landgrunskravi
Føroyar hava fingið viðhald í landgrunskravi
Landgrunsnevndin hjá ST tekur undir við føroyska kravinum um ytra landgrunnin norðanfyri Føroyar
Mynd: Kort: tinganes.fo
20.03.2014 - 09:59
Føroyar verða nú 60 ferðir størri. Landgrunsnevndin hjá ST tekur undir við føroyska kravinum um rættin til 87.792 ferkilometrar av ytra landgrunnini norðan fyri Føroyar, t.e. uttan fyri 200 fjórðinga markið.
Avgerðin ber í sær, at Føroyar kunnu útvinna náttúrutilfeingi á havbotninum og í undigrundini.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at nýggja landgrunsøkið letur upp fyri vinnuligum møguleikum, sum komandi ættarlið fáa ágóðan av.
Hann sigur, at verkætlanarbólkurin, sum fyrireikaði kravið, og síðani sendinevndini, sum hevur vart okkara krav í New York, hava gjørt eitt vala arbeiði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV