- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar fáast ikki at sigla við Anitu
Anita er mannað við útlendindingum, tí føroyingar fáast ikki umborð á eitt garnaskip.
Tað sigur Søren Christiansen, reiðari á Anitu, við Sosialin í dag. Bara skiparin er føroyingur. Allir hinir av manningini eru útlendingar.
- Føroyingar tíma ikki at sigla við skipum sum Anitu. Føroyskir fiskimenn fara til Noregs ella í oljuvinnuna, sigur Søren Christiansen við Sosialin.
Teir 33 útlendingarnir, sum vóru mynstraðir við Anitu, vóru úr Indonesia og Spania. Anita hevur verið nógv umrødd síðani vanlukkuna, tá ein av manningini fór fyri borð, og ikki spurdist aftur.
Fiskimannafelagið meldaði eisini málið, og tað endaði við, at manningin varð send av landinum, tí útlendingarnir høvdu ikki neyðug arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Søren Christiansen sigur við Sosialin, at eingin støða er tikin til, um hann fer at at útvega arbeiðs- og uppihaldsloyvi til útlendska manning, ella fer at royna at manna Anitu við føroyingum. Søren Christiansen vil heldur ikki útgreina, hvat tað merkir fíggjarliga fyri reiðaríið, um manningin verður lønt eftir sáttmála við Fiskimannafelagið.
- Eg havi ikki hug at diskutera handa spurningin. Eg havi alt ov nógv onnur viðurskifti at taka mær av júst nú, endurgevur Sosialurin Søren Christiansen, reiðara, fyri at siga.
Í annaðkvøld, hóskvøldið, verður ein sending í sjónvarpinum um Anitu. Sendingin kemur eftir Dag og Viku.