- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marine Harvest: Eiga ikki at ala meiri
Noreg eigur ikki at ala meiri.
Tað eru greiðu boðini frá John Fredriksen, sum er stjóri í heimsins størstu alifyritøku, Marine Harvest.
Tað kemur óvart á alivinnuna, at Marine Harvest mutar ímóti at økja alivinnuna, tí tað kundi givið felagnum fýra milliardir krónur meiri í inntøku. Norsku myndugleikarnir arbeiða við eini ætlan at økja alivinnuna við einum fimtaparti. Tað skal m.a. gerast við at lata meiri fisk ganga í alibrúkunum.
Meiri fyri minni
Men hesum tekur John Frederiksen ikki undir við, tí norðmenn kunnu missa meir fyri minni, um alivinnan verður økt.
Stjórin í Marine Harvest sigur, at laksalús er vorðin so stórur vandi fyri norsku alivinnuna, at tað kann ikki koma upp á tal at vaksa vinnuna, fyrr enn trupulleikin við laksalús er bastur. Hann vísir á, at í 2008 og í 2009 varð nógv gjørt fyri at vaksa um alivinnuna í Kili. Tað hevði við sær, at laksalúsin av álvara fór at gera um seg. Samstundis vórðu aðrar sjúkur staðfestar, og tí mátti fiskurin takast í skundi.
Misti nógvan pening
Tað, sum hendi í Kili, hevði við sær, at Marine Harvest misti nógvar pengar.Tí eigur Noreg at bíða eftir, at tamarhald er fingið á laksalúsini, áðrenn avgerð verður tikin um at økja alingina, sigur John Frederiksen, stjóri í Marine Harvest.