Løgtingsins umboðsmaður rykkir eftir svari

Løgtingsins umboðsmaður rykkir eftir svari
Løgtingsins umboðsmaður vil hava at vita um tað er rætt, at Tórshavnar Býráð bjóðaði kommunalpolitikara semju í máli um fíggjarligt óskil
Løgtingsins umboðsmaður rykkir nú Tórshavnar kommunu eftir svari í máli um fíggjarligt óskil í einum frítíðarskúla í kommununi
Mynd: (Tilvildarlig savnsmynd)

17.03.2014 - 15:23

Løgtingsins umboðsmaður hevur í dag sent Tórshavnar Býráð rykkjara fyri at fáa eina frágreiðing um tað er rætt, at ein fyrrverandi býráðslimur skal hava fingið eitt tilboð frá borgarstjóranum um at rinda pening aftur í sambandi fíggjaróskil á einum frítíðarskúla.

Løgtingsins umboðsmaður, Sólja í Ólavsstovu, staðfestir, at hóast farið er meira enn eina viku út yvir svarfreistina, so er eingin frágreiðing enn komin frá Tórshavnar Kommunu.

Áheitanina, at kanna málið um fíggjarligt óskil í einum frítíðarskúla í Tórshavnar kommunu, fekk Løgtingsins umboðsmaður frá Norðlýsinum.

Tórshavnar Kommuna noktaði innlit

Norðlýsið fekk eitt dulnevnt bræv, har leiðslan í Tórshavnar Býráð verður løgd undir at hava bjóðað fyrrverandi býráðslimi hjá Javnaðarflokkinum møguleika at rinda pening aftur í samband við mál um fíggjaróskil á frítíðarskúlanum, har hesin var leiðari.

Kommunan noktaði at geva innlit og viðmerkja málið, vísandi til, at málið var meldað til løgregluna. Norðlýsið kærdi til kommunala eftirlitið, ið staðfesti, at kommunan hevði heimild til at nokta innlit í málið.

Men Norðlýsið avgjørdi síðan at kæra niðurstøðuna til løgtingsins umboðsmann við teirri grundgeving, at blaðið vildi ikki hava innlit í málið um fíggjaróskil, sum er latið løgregluni, men bara í tann partin, sum hevði við eitt møguligt tilboð frá býráðsleiðsluni til býráðslimin at gera.

Løgtingsins umboðsmaður: Málið skal kannast

Fyrst í februar kom svar frá Løgtingsins umboðsmanni. Í brævinum stendur millum annað:

(...) Umboðsmaðurin hevur gjørt av at kanna hetta málið nærri. Klaga tygara er í dag (14/2) send Tórshavnar Kommunu til ummælis við einari freist áljóðandi 3 vikur (...)

Men hóast ein vika er farin, síðan Tórshavnar Kommuna fekk freist at svara, staðfestir umboðsmaðurin í morgun, at hon nú er noydd at rykkja borgarstjóran eftir svari, skrivar Norðlýsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035