- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý tilboð at umvæla Sildberan
Strandfaraskip Landsins hava fingið trý tilboð upp á arbeiðið at umvæla og uppstiga nýggju skúvoyarferjuna, Sildberan.
Tilboð eru komin frá skipasmiðjuni Mest í Havn, Klaksvíkar Sleipistøð og Careonsea í Hvalvík, sum tó bert bjóðar upp á arbeiðið at skifta báðar høvuðsmotorarnar. Hálv fjórða millión krónur er tøk til arbeiðið, og tilboðini liggja øll har á leið, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, við Sandportal.fo
Sandblásing og máling
Umframt at skifta motorarnar, fevnir útbjóðingin um at sandblása og mála bátin umframt ymsar ábøtur, sum Skipasýnið hevur kravt. M.a. viðvíkjandi bjargingarútgerð og ymsum øðrum ferðafólkaviðurskiftum. Conrad Gaard Joensen sigur, at ætlanin er at tosa við allar tríggjar tilboðsgevararnar, áðrenn støða verður tikin til, hvør skal fáa arbeiðið.
Væntandi verður avgerð tikin seinnapartin í hesi vikuni. Miðað verður framvegis eftir at seta nýggja Sildberan í sigling umleið 1. mai.