- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mælir frá at taka Apoteksgrunnin av
Landsapotekarin mælir frá at taka Apoteksgrunnin av, soleiðis sum Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur skotið upp.
Hann heldur, at uppskotið er ov illa umhugsað, og vísir á, at støða er ikki tikin til, hvussu grunnurin skal gerast upp, ella hvørja støðu hann skal hava mótvegis tí almenna í framtíðini Kjartan Mohr, landsapotekari, mælir til í einum hoyringarskrivi til, at ein nevnd eigur at verða sett at viðgera spurningin um apoteksverkið sum heild, eisini apoteksgrunnin. Og tí eigur lógaruppskotið at verða lagt til viks.
Endamálið burtur
Karsten Hansen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at tá Apoteksverkið gjørdist almennur stovnur í 1949, datt endamálið við grunninum burtur. Og síðani 1999 hevur Apoteksverkið verið á fíggjarlógini við bæði rakstrar- og íløgujáttan, og einki hevur verið bókað á rakstrinum hjá grunninum síðani 2001.Tó skyldar landskassin Apoteksgrunninum 6,7 milliónir kr., og verður lógaruppskotið samtykt, má støða takast til, hvussu hesi viðurskifti skulu greiðast.
Fíggjarmálaráðið tekur undir við uppskotinum og vísir á, at ráðið hevur mælt til lógarbroytingina, síðani apoteksverkið gjørdist landsfyritøka á fíggjarlógini. Uppskotið um at taka Apoteksgrunnin av hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum, og er farið í fíggjarnevndina.