- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læna 31 mió. kr. at umvæla ellisheimið
Fíggjarnevndin skal viðgera uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at játta kommununum í Vágum 31,5 milliónir krónur í láni at umvæla ellis- og røktarheimið á Sýnini í Miðvági.
Treytin fyri lánið er m.a., at sjálvsognarstovnurin fyri heimið verður tikin av, og at kommunurnar yvirtaka ognina. Sambært uppskotinum verða sjey milliónir goldnar í ár, 12 milliónir næsta ár, og seinasti parturin av láninum verður goldin í 2016.
Í ringum standi
Ellis- og røktarheimið í Miðvági er í ringum standi, og átrokandi umvælingar eru gjørdar. Ein støðulýsing frá 2012 vísir, at neyðugt er við umvælingum og dagføringum fyri 31 milliónir kr. Lánsupphæddin verður helvt um helvt studningslán og rentufrítt lán. Studningslánið er bæði rentu- og avdráttarfrítt, og skal bert gjaldast aftur, um ognin verður seld ella brúkt til annað enn ellis-og røktarheim. Men rentufríi parturin av láninum skal gjaldast aftur eftir 13 árum.
Ognarviðurskiftini og lánini verða býtt millum kommunurnar í Vágum eftir lutfallinum í fólkatalinum nýggjársaftan í 2013.