- Tíðindi, mentan og ítróttur
B68 styrkir seg við landsliðsmálverja
B68 styrkir seg við landsliðsmálverja
B68 hevur leigað Kristian Joensen úr NSÍ

Mynd: fsf.fo
11.03.2014 - 06:40
Kristian Joensen, sum fleiri ferðir hevur verið partur av landsliðshópinum, hevur skrivað sáttmála við B68.
Talan er um, at B68 leigar málverjan, sum hevur sáttmála við NSÍ.
NSÍ skrivaði fyrr í ár sáttmála við Andras Gángó, og felagið hevur helst ikki sæð tað neyðugt, at hava tveir royndar málmenn í hópinum.
Kristian Joensen hevur eisini alment sagt, at hann ynskir at royna seg í útlendskum fótbólti, tá hann fær møguleikan.
Kristian Joensen hevur spælt átta U-21 landsdystir, og hevur fleiri ferðir verið úttikin til A-landsliðshópin eisini.
Fyribils skifta ikki fleiri leikarar felag, tí flytingarvindeyga lat aftur á miðnátt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV