- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frálæru í prutli í 9.flokki
1. juli skulu ung, sum eru 15 ára gomul, eftir ætlan sleppa at koyra tað, ið nevnt verður "lítið prutl", og 16 ára gomul skulu sleppa at koyra stór prutl.
Higartil hevur alurdsmarkið verið ávíkavist 16 og 18 ár, men tey ungu hava leingi - ella tey, sum hava havt sætið í Ungdómstinginum - viljað havt aldursmarkið sett niður.
Markið millum lítið og stórt prutl er loyvda hámarksferðin. Markið fyri lítlu prutlini er 30 kilometrar um tíman, meðan stór prutl sleppa at koyra 45 kilometrar um tíman.
Prutla valfak í framhaldsdeildini
Sum er, krevst eingin skipað frálæra fyri at koyra lítið prutl, og fyri at koyra stórt prutl krevst koyrikort antin til motorsúkklu ella bil.
Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at skipað verður ein teoretisk og verklig koyrifrálæra til lítið prutl fyri tey 15-ára gomlu, og at hetta verður gjørt sum valfak í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.
Koyrifrálæra til stórt prutl skal framhaldandi skipast hjá góðkendum koyrilærara.
Í báðum førum skal Akstovan standa fyri koyriroynd.
RFF fegnast og mælir frá
Landsstýrismaðurin í vinnumálum metir, at hóast aldursmarkið fyri lítið prutla verður sett niður í 15 ár, so er tað forsvarligt.
Johan Dahl heldur, at skipað frálæra á hesum øki er eitt stig rætta vegin, tí sum er koyra nógv 15 ára gomul longu prutl uttan koyrikort og neyðugan førleika, sigur hann.
Ráðið fyri Ferðslutrygd fegnast um, at størri krøv nú verða sett, men mælir frá at lækkna aldursmørkini fyri lítið og stórt prutl.
Ferðslutrygd ávarar og heldur, at lækkaða aldursmarkið mest sannlíkt kann hava við sær, at fleiri fara at doyggja og fáa løst í ferðsluni.
Metingin hjá Ráðnum er m.a. grundað á tøl frá útlondum, sum ráðið sigur váttað hendan óttan. Vinnumálaráðið vísir hinvegin á, at eftir at summi av hesum londum hava kravt skipaða frálæru av tteimum 15-ára gomlu, eru vanlukkutølini fallin munandi.