- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristina spyr um Strandferðsluna
Hví tók Vinnumálaráðið týðandi part av upplýsingum frá Strandfaraskipum landsins um avleiðingar av játtanini í fíggjarlógini fyri 2014, burtur úr tekstinum í fíggjarlógini fyri 2014?
Tað er ein av nógvum spurningum, sum Kristina Háfoss, løgtingskvinna í Tjóðveldi, vil hava Johan Dahl, landsstýrismann. at svara.
Tá munnligir fyrispurningar vóru í løgtinginum 29.januar, spurdi Kristina Háfoss eisini um Strandferðsluna og Vinnumálaráðið.
Men Johan Dahl svaraði ikki í tinginum. Hann bað tingkvinnuna spyrja skrivliga. Og tað hevur hon nú gjørt.
Tá munnligir fyrispurningar vóru í løgtinginum 29.januar, hevði Kristina Háfoss, sjey spurningar um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni.
Nú spurningarnir eru vorðnir skrivligir, eru teir tíggju í tali.
Millum annað spyr Kristina Háfoss, hví Johan Dahl bað eina privata grannskoðarafyritøku grannskoða Strandfaraskip landins og ikki Lands-grannskoðanina.
Víst hevur verið á, at landsstýrismaðurin hevur hildið aftur týðandi upplýsingum fyri løgtinginum í sambandi við fíggjarlógar-viðgerðir, sigur Kristina Háfoss.
Eisini hevur verið víst á, sigur løgtingskvinnan, at Vinnumálaráðið hevur lagt trýst á starvsfólk hjá Strandferðsluni um ikki at kunna um avleiðingarnar av játtanini á fíggjarlógini fyrr enn eftir, at løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina endaliga.
Hesum hava Vinnumálaráðið og Johan Dahl víst aftur.