Avlurting: Politiið hevur eingi hagtøl

Avlurting: Politiið hevur eingi hagtøl
Ein meting vísir, at politiið seinastu fimm árini hevur avlurtað telefonir í 15 málum
 
04.02.2014 - 14:26

Politiið í Føroyum hevur eingi tøl um, hvussu ofta poltiiið hevur avlurtað telefonir, opnað brøv ella steðgað brøvum í sambandi við kanningar, tá illgruni hevur verið um brotsgerðir. Tí er tað bara ein meting, sum Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá fútanum, nú nevndin viðger avlurtingarpakkan.

Rættarnevndin spurdi fútan, hvussu ofta politiið brúkar verandi møguleika at kanna samskiftið hjá fólki, sum eru undir illgruna. Nevndin spurdi eisini, hvussu ofta, politiið væntar at brúka møguleikan, sum lógarbroytingin er ætlað at gera.

Eingi hagtøl

Fútin svarar, at politiið hevur eingi hagtøl um tað. Men ein meting hjá teimum, sum kanna rúsevnismálini, er, at seinastu fimm árini hevur politiið til dømis avlurtað telefonir í 15 málum. Harafturat eru líka so nógv mál, har sum illgrunin í rúsevnismálum hevur givið møguleika fyri at biðja rættin um loyvi til at avlurta telefonir ella lesa brøv.

Umframt rúsevnismál hevur politiið brúkt møguleikan í 35 øðrum málum, eitt nú í málum um kynsligan ágang seinastu fimm árini.Fútin væntar, at politiið fer at brúka lógarbroytingina, sum er á veg, 10 til 20 ferðir um árið.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519