- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið vil langtíðarleiga havrannsóknarskip
Nú er greitt, at landið byggir ikki havrannsóknarskip. Lógin um tað frá 2011 skal strikast.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í staðin fyri at biðja løgtingið um loyvi til at langtíðarleiga eitt havrannsóknarskip. Langtíðarleigan kann vara upp í 20 ár, og avtalan skal bjóðast út alment.
Havrannsóknarskipið skal tó byggjast eftir útbjóðingartilfarinum hjá Havstovuni.
Rætt til at keypa
Sambært lógaruppskotinum, sum varð viðgjørt á landsstýrisfundi í gjár, skal landsstýrismaðurin í avtaluni um langtíðarleigu tryggja sær rætt at keypa havrannsóknarskipið.
Verður havrannsóknarskipið leigað uttan manning, viðlíkahald og annan rakstur, kann leigan í mesta lagi vera 12 mió. kr. um árið.
Við manning, viðlíkahaldi og rakstri er roknað við 10,5 milliónum afturat, og oljan er mett at kosta hálva triðju millión um árið.
Í mesta lagi 25 mió.kr.
Landið kann tí, sambært lógaruppskotinum, í mesta lagi brúka 25 mió. kr. um árið til havrannsóknarskipið. Landið skal leiga havrannsóknarskipið í níggju mánaðir um árið.
Avtala um langtíðarleiguna skal verða gjørd í seinasta lagi nýggjársaftan í 2016.
Tá lógin, sum nú er send samgonguflokkunum til hoyringar, er komin í gildi, fer lógin frá juni í 2011 um av byggja havrannsóknarskip úr gildi.