Kjakið: Búskapurin og avbjóðingarnar

Kjakið: Búskapurin og avbjóðingarnar
Búskapur okkara stendur á tryggari grund, sigur løgmaður, men spurningurin er, um vit hava orsøk vera so bjartskygd, sum løgmaður er
Kristina Háfoss, næstforkvinna og Bárður á Steig Nielsen, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd verða í kjakinum eftir Dag og Viku
 
21.01.2014 - 14:00

- Tað gongur væl í Føroyum, sigur løgmaður.

Á heimasíðuni Tinganes.fo sigur løgmaður undir yvirskriftini "Frá svartskygni til bjartskygni", at samfelag okkara er á rættari kós. Fólkatalið veksur aftur, arbeiðsloysið er lágt og lækkar, bruttotjóðarúrtøkan veksur, fleiri løntakarar eru í privata vinnulívinum og samlaðu lønargjaldingarnar veksa.

Búskapur okkara stendur á tryggari grund, sigur løgmaður, men spurningurin er, um vit hava orsøk vera so bjartskygd, sum løgmaður er.

Hermann Oskarsson metir um niðurstøðu løgmans, og gestir í sjónvarpsstovuni eru Kristina Háfoss, næstforkvinna og Bárður á Steig Nielsen, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd. Bogi Godtfred er vertur í Kjakinum eftir Dag og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519