Bogaskjóting: Anja varð 5 stig ov stutt til HM

Bogaskjóting: Anja varð 5 stig ov stutt til HM
Anja Johansen skuldi skjóta 560 stig ella hægri, tíverri manglaðu bert 5 stig í
 
21.01.2014 - 22:47

Kappingin sum av røttum skuldi vera 2 februar í Rúnavík, varð framskunda til í kvøld.

Hetta var síðsti møguleiki hjá evnaríku Anju Johansen at skjóta kravið enn einaferð. Tì fyri einari viku síðani skeyt Anja 560 stig, sum er minsta krav til at verða við til HM. Tó er tað soleiðis at kravið skal klárast tvær ferðir.

Men í kvøld gjørdist Anja Johansen tíverri 5 stig ov stutt til at klára kravið.Tað hevur verið sera áhugavert at fylgt við Anju, sum bert hevur skotið í fá ár. Hon klárar seg misjavnt til tær heimligu kappingarnar, og hevði sett nøsina upp í móti at luttaka í HM. 

Anja Johansen er sera hørm um at hon ikki megnaði kravið, men sigur tó at hetta kann geva henni ró at hugsavna seg um ta heimligu kappingina. Hóast Anja Johansen í kvøld er ørg, so hevur hon ikki mist mótið. Hon ætlar sær at royna kravið aftur í vetur.

Anja Johansen skjýtur fyri Vágaskot. Eggaba Andreasen er venjari hjá henni meðan Annika Vang, sum millum annað hevur vunnið fleiri gull heiðursmerki fyri Føroyar á oyggjaleikum, hevur lagt henni lag á. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081